Skúlablaðið: Nám hevur í eina tíð arbeitt við at dagføra námsætlanir, og við skúlaársbyrjan komu nakrar dagførdar námsætlanir í gildi fyri lærugreinir í fólkaskúla, á yrkisnámi og á gymnasialum miðnámi.
Við íblástri frá okkara grannalondum, 21. aldar førleikunum hjá OECD og eftirmetingum av føroysku námsætlanunum er ein nýggjur námsætlanarleistur skipaður.
Nýggi námsætlanarleisturin er skipaður soleiðis, at fakligu námsætlanirnar eru samanhangandi frá lægsta stigi í fólkaskúla til hægsta stig á miðnámi.
Umframt námsætlanirnar fyri ávísu lærugreinirnar eru eisini leiðbeiningar til ymsu stigini og ein yvirskipað støðisnámsætlan, skrivar Skúlablaðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo