Eg trúði ikki mínum egnu oyrum, tá eg hoyrdi landsstýrismannin í fiskivinnumálum boða frá í Útvarpinum, at nú hevði hann fingið tað geniala hugskot, at nú skulu vit hava rullandi fiskiloyvi í 10 ár ístaðin fyri 12 ár, og sum hann fekk at ljóða sum eina stóra nýskipan. Heldur maðurin føroyingar verða tápuligar?
Nei, Dennis Holm, tað er fullkomiliga líkamikið, um fiskiloyvi eru galdandi í 8, 10 ella 12 ár, so leingi talan er um rullandi loyvi, sum verða endurnýggjað við einum ári hvørt einasta ár. Eg skilji væl, at tú roknar við at fáa breiða undirtøku fyri hesum frá politisku flokkunum, tí broytingin hevur yvirhøvur ongan týdning.
Og hvar eru tíðindafólkini, sum kunnu seta kvalifiseraðar spurningar?
Jákup Andreasen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo