Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið/Ólavur Waag Høgnesen: 19. desember samtykti Fólkatingið eina broyting í lógini um ‘adgangsregulering ved videregående uddannelser’. Ásetingin verður nevnd lógin um ‘forboð ímóti dupultútbúgving’. Meginreglan framyvir verður, at tað ikki ber til at taka eina útbúgving, sum er á sama støði ella á lægri støði, enn tann hægsta útbúgvingin, sum tú hevur frammanundan.

Tað vil siga, at hevur tú t.d. einans eina bachelorútbúgving, so kanst tú ikki fara undir eina bachelorútbúgving aftrat (sama støði) og heldur ikki eina stutta ella meðallanga hægri útbúgving, t.d. handilsbúskap (lægri støði enn bachelor). Hevur tú eina kandidatútbúgving, so kanst tú heldur ikki taka nakra av nevndu útbúgvingum, eftirsum tær eru á lægri støði enn kandidatútbúgvingin, og heldur ikki eina aðra kandidatútbúgving (sama støði).

Einans um tú hevur tikið útbúgving í Danmark
Ein upplagdur spurningur er, hvønn týdning hetta hevur fyri lesandi, ið hava tikið eina bachelor- ella masterútbúgving í Føroyum. Holger Arnbjerg á Altjóða Skrivstovuni hevur í hesum sambandi sett seg í samband við útbúgvingar- og granskingarmálaráðið.

- Svarið frá løgfrøðideildini har er, at ásetingin fevnir einans um persónar, ið hava tikið eina útbúgving í Danmark. T.v.s., at avmarkingin fevnir ikki um persónar, ið hava tikið útbúgvingar í t.d. Føroyum, Grønlandi, Bretlandi og sum eru fíggjaðar har ella av tí lesandi sjálvum, upplýsir Holger Arnbjerg. Hevur tú t.d. tikið eina masterútbúgving á Setrinum, so er einki til hindurs fyri at taka eina bachelor- ella eina kandidatútbúgving í Danmark.

Trý undantøk
Holger Arnbjerg sigur, at í verki fær forboðið ímóti dupultútbúgving gildi frá summarupptøkuni í ár, og at tað eru trý undantøk frá meginregluni:

- Eitt av teimum eru útbúgvingar, ið granskingar- og granskingarmálaráðið setur á ein sokallaðan positivlista, tí tørvur er á arbeiðsmegi innan viðkomandi útbúgvingarøki: Tú kanst taka hesar útbúgvingar, sjálvt um tú hevur útbúgving frammanundan. Tú kanst eisini taka eina aðra hægri útbúgving, um tú av heilsuorsøkum ikki fært brúkt eina útbúgving, sum tú hevur tikið, ella um tú hevur eina avoldaða útbúgving, sum tú ikki hevur brúkt á arbeiðsmarknaðinum í  minst fimm ár, sigur Holger Arnbjerg.

Forboðið ímóti dupultútbúgving forðar ikki fyri, at tað ber til at fara uttanlands at taka eina hægri útbúgving á sama ella lægri støði enn tú hevur frammanundan, sjálvt um tú hevur tikið eina ella fleiri hægri útbúgvingar í Danmark. Forboðið hevur heldur ikki nakra ávirkan á SU-veitingarnar, meðan tú lesur uttanlands: Uppfyllir tú treytirnar fyri at fáa SU og uttanlandsstudning, so hevur tú – enn sum áður – rætt til hesar veitingar.

Fevnir einans um hægri útbúgvingar
Ásetingin um forboð ímóti dupultútbúgving fevnir einans um útbúgvingar innan økið hjá útbúgvingar- og granskingarmálaráðnum. T.v.s., at ásetingin er ikki til hindurs fyri, at ein persónur, ið hevur tikið eina bachelorútbúgving í Danmark, kann fara undir t.d. eina vinnuútbúgving sum kokkur ella timburmaður.

Les meira um forboðið ímóti dupultútbúgving her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo