Einar tríggjar minuttir út í seinna hálvleik í dystinum millum Everton og Newcastle kom ein áskoðari inn á vøllin og festi seg í málstonginan.
Maðurin var í reyðari t-shirt við boðskapi móti oljuvinnuni, og fleiri vaktir máttu til fyri at fáa hann loystan aftur og av vøllinum.
Hetta tók einar fimm-seks minuttir og dysturin byrjaði aftur.
Hendingin og eitt reytt kort til Allan hjá Everton gjørdu at 14 minuttir vóru lagdir afturat teimum 90 minuttunum, og einar átta minuttir inn í yvirtíðina sendi Alex Iwobi bóltin í netið til einasta mál í dystinum.
Sigurin ger at at Everton nú hevur trý stig niður til Watford, sum liggur undir strikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo