Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

Stívliga tríggjar milliónir krónur restaðu í hjá Demich í fjør eftir stórt fall í bruttovinninginum. Tað skal samanberast við hall árið frammanundan uppá 1,3 mió kr. Bruttovinningurin fall sama tíðarskeið úr 26,8 mió kr til 19,8 mió kr.

Høvuðsvirksemi hjá Demich fevnir um sølu, framleiðslu og handverk innan HVS, blikksmið og el.

Demich minkaði í fjør starvsfólkahópin úr 62 niður í 57 ársverk.

Fíggjarstøðan javnvigar við 73 mió kr og eginognin er 14,6 mió kr. Rentuberandi skuldin er 28,6 mió kr.

Í ársfrágreiðingini sigur leiðslan, at hon hevði væntað sær eitt betri úrslit, og ikki er nøgd við gongdina. Nevnt verður, at tað serliga er ein stór verkætlan, sum bleiv liðug í fjør, og sum hevur ávirkað úrslitið tann skeiva vegin.

Um framtíðarútlitini verður sagt, at virksemið helst verður minni enn undanfarin ár. Men Felagið er førandi innan grønar orkuloysnir, og eftirspurningurin eftir grønum orkuloysnum er øktur munandi seinasta árið.

- Økta virksemið innan grønu orkuloysnirnar kemur væntandi at hava jaliga ávirkan á úrslitið fyri 2023, hóast avbjóðingar eru við veitingum av m.a. hitapumpum. Felagið hevur harumframt arbeitt við tillagingum í rakstrinum. Hesi viôurskifti føra viô sær, at felagið væntar eitt munandi betri úrslit í 2023, og serliga um avbjóðingarnar við veiting av hitapumpum verða loystar.

Bjarne Hansen og Thorbjørn Hansen eru stjórar í Demich.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo