Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eftir umbøn frá felagnum Antares hevur altjóða ráðgevingarfyritøkan Deloitte gjørt eina frágreiðing um búskaparliga týdningin, sum føroyingar í altjóða starvi hava fyri føroyska samfelagið. Høvið er, at kjak nú hevur tikið seg upp um, hvørt føroyingar, sum búgva í Føroyum og starvast uttanlands, geva eitt íkast til føroyska samfelagsbúskapin ella ikki.

Frágreiðingin er ein dagføring av eini líknandi frágreiðing frá 2014 við heitinum "Føroysk arbeiðsmegi uttanlands". Í mun til ta frágreiðingina verður her eisini hugt at møguligum avleiðingum av nýggja skattanýskipanaruppskotinum, har skattafrádráttir hjá einum stórum parti av umrødda bólkinum verða tiknir burtur.

Í kjakinum verður javnan ført fram, at føroyingar í altjóða størvum ikki geva eitt nóg stórt íkast til felagskassan, eftirsum inntøkur teirra í ávísan mun ikki verða skattaðar í Føroyum. Her verður serliga sipað til tey, ið eru við skipum í DIS, NIS og líknandi skipanum. Hetta verður borið saman við sjómannafrádráttin og fiskavirkisskipanina.

Tosað verður eisini um at taka burtur frádráttir og serskipanir av ymsum slagi fyri at fíggja skattalættar og almenna nýtslu. Í seinasta skattanýskipanaruppskotinum frá sitandi samgongu var ætlanin at taka burtur frádráttin eftir §25b og samdøgurfrádráttin á 300 krónur - eftir fimm árum.

Endamálið við hesi greining er at veita óhefta vitan, sum kjakið - um skatt og stuðul til føroyingar í altjóða starvi - kann grundast á. Við djúptøknum kanningum miðar frágreiðingin ímóti at lýsa og skapa javnvág í viðgerðini av samansettu búskaparligu fyribrigdunum, sum eru knýtt at hesum spurningi. Frágreiðingin er sostatt eitt íkast til at skapa eitt breiðari grundarlag, ið avgerðir kunnu takast út frá.

Høvuðspartarnir í sjálvari greiningini eru: 
• Lýsa støðuna og gongdina frá 2013 í inntøkum og tali av fólki, sum starvast uttanfyri landoddarnar - eitt nú í DIS, sum fiskimenn í øðrum londum, í øðrum sjóvirksemi ella á landi.

• Greina hvønn týdning inntøkurnar hjá føroyingum í altjóða størvum hava fyri vælstand og vælferð í Føroyum. Hetta verður gjørt við støði í tjóðarroknskapinum og gjaldsjavnanum.

• Lýsa leiklutin hjá føroyingum, sum starvast uttanlands, við at samanbera teirra inntøkur við inntøkurnar hjá líknandi bólkum í øðrum norðurlendskum búskapum.

• Lýsa møguligar avleiðingar og møguligt gagn av ætlaðu skattanýskipanini - og greina nakrar av mest týðandi boðskapunum í føroyska kjakinum um leiklutin hjá hesum bólki í samfelagnum.

Grundað á greiningina kunnu fylgjandi niðurstøður gerast:

1. Føroyingar, sum starvast uttanlands, eru vanliga í hávirðisskapandi størvum
Føroyingar, sum starvast uttanlands, eru sum heild í hávirðisskapandi størvum, sum krevja lutfalsliga høgt støði av førleikum og vitan. Hesi størv eru tí eisini lutfalsliga væl lønt. Um føroyingar, sum gevast at arbeiða altjóða, ikki fáa starv í Føroyum við samsvarandi førleikakrøvum, er sannlíkt, at í hvussu so er nakrir teirra flyta uttanlands, har hóskandi arbeiðssligar avbjóðingar eru.

2. Føroyingar, sum starvast uttanlands, veita eitt týðandi íkast til bruttotjóðarinntøkuna
Um fleiri av føroyingunum, sum starvast uttanlands, fáa starv í Føroyum, fer tað at økja um føroysku bruttotjóðarúrtøkuna.

Men hyggja vit at møguleikunum hjá føroyingum at varðveita síni livikor, er bruttotjóðarinntøkan ein betri mátistokkur. Samlaða inntøkan á eina milliard krónur árliga, sum føroyingar í altjóða størvum støðugt hava fingið seinastu 10 árini, er eitt beinleiðis íkast til føroysku bruttotjóðarinntøkuna og til yvirskotið á gjaldsjavnanum.

Hartil kemur, at inntøkur úr útlondum hava fingið støðugt størri týdning seinnu árini, nú stórur partur av virðisskapanini í Føroyum endar sum kapitalinntøka hjá altjóða íleggjarum.

3. Tað økir um váðaspjaðingina fyri føroyska búskapin, at føroyingar arbeiða uttanlands
Fleiri búskaparligar greiningar hava víst, at føroyski búskapurin er viðkvæmur, tí útflutningurin er so einstáttaður. Vit útflyta stórt sæð bara úrdráttir úr laksi og fiski - og umleið 15 prosent av løntakarunum í Føroyum starvast í hesum báðum útflutningsvinnunum.

At nógvir føroyingar søguliga hava søkt hávirðisskapandi størv uttanlands, kemst sannlíkt av ov fáum lokkandi størvum í Føroyum. Gongdin við, at føroyingar í altjóða starvi fækkaðust í árunum 2013-16, kann vera ein ábending um hetta, tí tá var óvanliga stórur framburður í føroyska búskapinum. Verða fiskivinnan ella alivinnan hinvegin rakt av kreppu – sum søguliga er hent fleiri ferðir – gagnar tað føroyska samfelagnum, at umleið fimm prosent av húskjunum hava høvuðsinntøkuna uttanlands.

4. Ætlaðu broytingarnar eru ein stokkut fíggingarkelda til skattanýskipan 
Í uppskotinum til skattanýskipan frá Fíggjarmálaráðnum verður víst á, at onki kann gerast við  at broyta skattligu viðurskiftini hjá føroyingum, sum starvast í DIS ella FAS, tí hesir løntakararnir eru serliga flytførir.

Men tað sama er galdandi fyri allar aðrar føroyingar, sum starvast altjóða. Tí kann tað vísa seg vera ein sera stokkut fíggingarkelda at strika skattafrádráttirnar hjá hesum borgarunum fyri at fáa ein vinning til landskassan á 58 milliónir krónur árliga. Seta vit tað eitt sindur grovt upp, merkir uppskotið, at landið fer at taka umleið 58.000 kr árliga frá umleið túsund húskjum fyri at fíggja ein skattalætta til hini 18.000 húskini í Føroyum.

Mett verður, at føroyingar, sum starvast uttanlands, árliga leggja umleið 435 milliónir krónur í almennu kassarnar. Harav eru góðar 100 milliónir krónur frá meira óvissum avleiddum virksemi.

Í útrokningunum hjá Fíggjarmálaráðnum verður hædd ikki tikin fyri nøkrum fylgjum av nýskipanini, men um bert ein brøkpartur av teimum, sum starvast uttanlands, flyta av landinum, er vandi fyri, at holað verður innan úr fíggingini til skattanýskipana. Metta sparingin á 58 milliónir krónur svarar til 13 prosent av teimum 430 milliónum krónunum, sum føroyingar í altjóða starvi leggja í almennu kassarnar. Um so einans 130 av teimum áleið túsund raktu føroyingunum, sum arbeiða uttanlands, flyta av landinum ella skifta til aðra skipan, hvørva hesar inntøkurnar.

Øll kanningin sæst her

Magni Skaale
Formaður í Antares

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo