Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg gjørdist skakkur av at lesa greinina Landsbankin legði út á heimasíðuna fríggjadagin tann 23. apríl 2021. Greinin hevur heitið Stór avlop á gjaldsjavnanum, og er partvís brot úr ársfrágreiðingini um fíggjarligt støðufesti fyri 2020.

Tað sum Landsbankin sigur er skrivað við skákskrift.

Landsbankin sigur m.a.:

Tvær orsøkir eru til at Føroyar hava havt varandi bygnaðarlig avlop á gjaldsjavnanum. Tann fyrra er, at eftirlønaruppsparingin er økt nógv seinastu árini. Eftirlønaruppsparingin fer í stóran mun í fíggjarstovnar, ið síðani seta hana í virðisbrøv, sum í stóran mun eru útlendsk. Roknast má tí við, at inngjøldini til eftirlønaruppsparingar verða støðugt vaksandi komandi árini, og at Føroyar tí framvegis fara at hava gjaldsjavnaavlop og vaksandi nettoogn mótvegis útlondum.

Hetta er ørvitistos úr enda í annan. Føroyar hava havt avlop á gjaldsjavnanum í fleiri ár á rað. Orsøkin til tað, er einans tí vit í samhandlinum við útlond hava útflutt fyri meira pening enn vit hava innflutt fyri, av vørum og tænastum. Tá føroyingar keypa útlendsk virðisbrøv, ávirkar hetta als ikki gjaldsjavnan. Virðisbrævið er í hesum sambandi hvørki vøra ella tænasta, og er tí ikki partur av tí vøru- og tænastustreymi sum skal skrásetast í gjaldsjavnanum, og tí ávirkar tað heldur ikki gjaldsjavnaúrslitið.

Nettoognin mótvegis útlondum ávirkast als ikki við keypi av útlendskum virðisbrøvum. Nettoognin er munurin millum kravið hjá føroyska búskapinum móti útlandinum, og kravið hjá útlandinum mótvegis føroyska búskapinum.

Lat okkum nú tekna eina einfalda mynd av hesum samanhangi. Vit keypa eitt útlendskt virðisbræv frá útlendskum eigara. Við hesum keypi hava vit skaffa førøroyska búskapinum ogn í útlandinum, sum hevur virði áljóðandi virðisbrævi í útlendskum gjaldoyra. Ognin mótvegis útlandinum er tí vaksin við hesum virði. Men skulu vit hava fatur á hesum virðisbrævi, so mugu vit eisini gjalda fyri tað. Goldið verður fyri útlendska virðisbrævið í útlendskum gjaldoyra. Og við hesum gjaldi hava vit aftur minka um ognina mótvegis útlandinum, til tað hon var áðrenn nakar handil varð gjørdur.

Læran er tann, at tá vit debetera mugu vit eisini kreditera somu upphædd. Debet og kredit skal altíð stemma. Nettoognin er tí óbroytt.

Men hvat nú um vit keypa eitt útlendskt virðisbræv sum føroyingur eigur. Ja, so hendir púrt onki í fíggjarstøðu Føroya mótvegis útlondum, tí bæði keypari og seljari eru partar av sama føroyska búskapinum. Eigarin eitur nú Hanus og ikki Janus.

Um øll eftirlønaruppsparingin fer til íløgur í útlendsk virðisbrøv, broytist nettoognin mótvegis útlondum við 0 kr. Tað sama ger seg galdandi um vit læna pening til ella úr útlondum, ella seta pening í útlendskar bankar, nettognin broytist ikki, heilt einfalt tí debet og kredit skal stemma.

Tá sagt verður at gjaldsjavnin er tað einasta sum kann broyta nettoognina mótvegis útlondum, skal leggjast til merkis at íroknað gjaldsjavnan er eisini rakstrarflytingar so sum ríkisveitingin, sum ikki er ein beinleiðis handil við vørum og tænastum, men hetta broytir onki í hesum høpi. Nettoognin kann eisini broytast av virðisbroytingum sum ikki síggjast í gjaldsjavnanum.

Hin orsøkin er, at fleiri stórar føroyskar fyritøkur hava havt stór yvirskot seinnu árini. Í tann mun, at hesi yvirskot ikki verða brúkt til íløgur; men verða settar í virðisbrævaíløgur, ella til bankainnlán, har bankin setir eykagjaldførið í virðisbrøv, so verður hetta til eina veksandi nettoogn mótvegis útlondum.

Stóru yvirskotini seinnu árini hava í sjálvum sær onga ávirkan á nettoognina mótvegis útlondum. Enn einaferð, so er tað einans munurin á útflutningi og innflutningi sum broytir nettoognina. Vit kunnu bert staðfesta at útflutningurin seinastu árini hevur verið munandi størri enn innflutningurin, tí er nettoognin vaksin í stórum.

Stór og varandi avlop á gjaldsjavnanum, sum føra til skjótt veksandi nettoogn uttanlands, kann bæði vera tekin um góð og ring búskaparfyribrigdi og tað er tí torført at gera eintýðugar niðurstøður um eina gongd við stórum og varandi avlopum á gjaldsjavnanum.

Stór og varandi avlop kunnu vera tekin um ein veikan búskap við lítlum vøkstri, har kapitalurin leitar sær uttanlands, tí tað ikki eru nóg góðar umstøður í landinum at gera avkastgevandi íløgur. Ein møgulig hægri vælferð verður tí heldur til uppsparing uttanlands.

Sum heild eru stór avlop á gjaldsjavnanum, og harav vaksandi nettoogn mótvegis umheiminum tekin um stórt og vaksandi vælferðarpotentiali. Hvørt hetta potentiali verður brúkt er ein politiskur spurningur. Møguleikin at gera niðurstøður um hvussu og hvat hendir av smálutum í hesum høpi er serstakliga góður. Vit hava óteljandi datakeldur at oysa úr, tað er bert ein spurningur um hvørt vit vilja leggja orku í at gera nýtslu av teimum.

Vit kunnu ikki siga at búskapurin er veikur orsaka av vaksandi avlopi. Styrkin liggur latent í búskapinum júst av vaksandi avlopum. Men tað er sjálvandi eingin meining í at altíð hava avlop. Avlopið skal brúkast skulu vit hava nyttu av tí. Hugsast kann sjálvandi eisini at tørvurin á innflutningi er minni enn tørvurin á innlendis tænastuframleiðslu, tá er neyðugt við øðrum býti av framleiðslumiðlunum. Eftir stendur tó, at við fullari nyttu av útflutninginum verður avlopið 0 kr. Men at siga at búskapurin er veikur av hesum luksus trupulleika er at taka munnin í so fullan.

Stór varandi avlop kunnu eisini vera tekin um, at húskini vísa skilagott fyrivarni við at spara upp til eftirløn, og harvið gjøgnum eftirlønarfeløg gera íløgur uttanlands, so tey hava meira at liva av, tá tey gerast pensjónistar.

Avlopini á gjaldsjavnanum ella vøksturin í nettoogn mótvegis umheiminum boðar á ongan hátt frá um hvørt eftirlønaruppsparing er gjørd í útlendsk virðisbrøv ella ikki.

Landsbankin sigur at enda:

Landsbanki Føroya eygleiðir viðurskifti í føroyska búskapinum og bankageiranum, ið kunnu hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið. Royndirnar vísa, at tað kann gerast sera kostnaðarmikið fyri búskapin, tá ein banki fer á húsagang. Tískil greinar Landsbankin ymisk hagtøl, ið kunnu vísa á møguligar veikleikar í føroyska fíggjarkervinum. Landsbankin hevur givið út ársfrágreiðing um fíggjarliga støðufestið í Føroyum.

Álvaratos, kunnu vit hava álit á einum stovni sum ikki fær debet og kredit at stemma?

Jón Joensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo