David De Gea hevur undirskrivað nýggja avtalu við Manchester United fram til juni 2023.
Tað váttar Manchester United á síni heimasíðu í dag.
Sambært The Daily Mail hevur De Gea tryggjað sær eina løn á 375.000 pund um vikuna.
Tað ger 28 ára gamla De Gea til best betalta leikara í felagnum og Premier League nú meðan Alexis Sánchez er læntur til italska Inter, sambært EPL Salary Rankings.
There’s no place like home pic.twitter.com/OBPoYW7uRq
— David de Gea (@D_DeGea) September 16, 2019
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo