Fyrrverandi Manchester United-venjarin David Moyes er aftur sum venjari í Premier League.
Hann skal royna at fáa West Ham upp frá botninum á stigatalvuni.
David Moyes hevur fingið eina 18 mánaðar langa avtalu, upplýsur West Ham.
Longu í fyrst komandi dystinum hjá West Ham móti Bournemouth tann 1. januar sleppur David Moyes at royna seg.
Moyes var maðurin sum eisini fekk uppgávuna at bjarga Premier League-plássinum hjá West Ham í 2017/18-sesongini, sum hann eisini megnaði.
We are pleased to confirm that David Moyes has returned to the Club as first-team manager. pic.twitter.com/Y2fxo5hTCE
— West Ham United (@WestHam) December 29, 2019
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo