Ein túrur gjøgnum Ritudalstunnilin hjá eini kvinnu á súkkluvar betur ógjørdur í gjár.
Boðini komu um 13.30 tíðina og tilbúgvingin í Kallsoynni mátti inn í tunnilin at fáa kvinnuna út. Tyrlan flutti hana síðani til Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.
Hóast eitt rímiliga stórt apparat, har bæði MRCC, Politiið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið, tilbúgvingin í Norðoyggjum og bjargingartyrlan vóru við, mátti í gongd, so tók øll bjargingin bara áleið ein tíma, skrivar MRCC støðin á netinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo