Tórshavnar kommuna: Argja dart hevur í dag gjørt leigusáttmála um høli í skúlabygninginum á Argjum (fyrrv. Argja skúla). Í bygninginum er skúlavirksemi hjá 4-10 tilboðnum hjá Skúlanum á Fløtum, ið flutti inn fyrr í desember - og nú kemur virksemið hjá Argja dart inn í tvær stovur, umframt fær møguleika at brúka aðrar partar av bygningum í samráð við skúlan.
Argja dart fer í næstum at rigga hølini til saman við kommununi og byrjar væntandi virksemi har í februar 2021. Felagið hevur nøkur ár á baki, men fær nú góðar karmar til at menna virksemið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo