Dartsambandið: Føroyska dart-landsliðið setti í morgun kósina móti Esbjerg, har HM í dart verður hildið hesa vikuna. HM fyri lið er á skránni annaðhvørt ár. Hetta er fyrstu ferð, at føroyska landsliðið tekur lut í HM-kappingini.
Dystir eru á skránni frá týsdegnum til leygardagin. Spælt verður bæði í einmansleiki, tvímansleiki, umframt liðdystirnar, har 4 leikarar eru á hvørjum liði. Í ferðalagnum eru manslið, kvinnulið umframt venjarar og ferðaleiðarar.
Tá næsta vikuskiftið er farið afturum, eru heimsmeistarar kosnir bæði í einmansleiki, tvímansleiki, liðkapping og ein samlaður vinnari fyri alla kappingina. Trupult er at meta um møguleikarnar hjá føroysku leikarunum, tí Føroyar hava áður einans roynt seg móti europeisku londunum og við seinasta HM endaðu flestu heiðursmerkini uttanfyri Europa.
Men føroysku leikararnir hava seinastu tvey árini roynt seg í nógvum altjóða kappingum, bæði sum einstaklingar og sum lið, og tí eiga føroysku leikararnir at vera klárir til uppgávuna og vónir eru um, at okkurt gott úrslit kemur burturúr. So tað er við spenningi, at lagt verður til brots týsmorgunin við dystunum í tvímansleiki hjá monnum og einmansleiki hjá kvinnum. Tíðini frá HM-kappingin koma eftir ætlan út á facebook-síðuna hjá Dartsambandinum so hvørt og til ber eisini at fylgja við øllum dystunum á https://tvold.dartconnect.com/events/wdf
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo