Sláið Ring: Í sambandi við leguna »Ung í Dansi« í Funningi verður skipað fyri almennum dansi í dansistovuni í Funningi leygarkvøldið 21. september klokkan 21. Dansurin er almennur, ókeypis og fyri fólk í øllum aldri!
Ung í Dansi er ungdómsfelagskapur í Sláið Ring fyri ung í aldrinum 12 til 30 ár. Hvørt ár skipar felagsskapurin fyri eini ungdómslegu, og í ár verður hon í Funningi. Felagið vónar góða undirtøku frá fólki at koma í dans, so hesin ungdómur fær eina góða dansiuppliving leygarkvøldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo