Nú skal felagsskapurin Det Danske Hus i Palestina geva fólkatinginum eina frágreiðing sum tryggjar, at tær 3-6 mió kr sum felagsskapurin fær á hvørjum ári ikki enda í hondunum hjá yvirgangsfelagsskapum sum Hamas.
Eisini skal felagsskapurin greiða frá, hví hann ikki hevur viljað tikið frástøðu frá yvirgangsatsóknini, sum Hamas framdi ímóti Ísrael 7. oktobur í fjør.
Tað er Jyllandsposturin sum í eini greinarøð hevur avdúkað, at tað er sannlíkt at danskar skattakrónur, sum eru ætlaðar til menningarhjálp, gjøgnum henda felagsskapin eru við til at fíggja yvirgangsfelagsskapin Hamas.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo