Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri góðari fjerðingsøld síðani fekk eg bræv frá danska statinum. Har stóð at eg skuldi fáa fleiri hundrað krónur. Orsøkin var at eg hevði verið uttanflokka valevni á fólkatingsvali og hevði fingið meir enn 1000 atkvøður. Teir vistu bara ikki hvagar upphæddin skuldi flytast.

Hetta var forvitnisligt. Fyri at fáa meir at vita um hvat talan var um, sendi eg teimum eitt kontunummar, og pengarnir komu beinanvegin, hóast eg yvirhøvur ikki hevði søkt um nakað.

Tá eg fór at kanna nærri kom fram at danska lógin um stuðul til politiskar flokkar hevði nøkur ár á baki. Hon var gjørd fyri at fáa rikið fleiri fólk at velja, so flokkar og uttanflokka valevni fingu stuðul fyri hvørja atkvøðu.

Fyri at ein donsk lóg skal galda í Føroyum skal heimatýrið, sum er løgting og landsstýri, taka undir við at hon skal kunngerast her. Men henda lóg var ikki send heimstýrinum til støðutakan, og ein fyrisitingargrundregla er, at útreiðslur skulu hava lógarheimild, og av tí at hendan útreiðslulóg ikki var galdandi í Føroyum, hevði danski staturin onga heimild til at gjalda mær nakað sum helst fyri tær atkvøður, sum mín listi hevði fingið.

Men hví skrivaðu teir mær so bræv um at eg hevði rætt til hesa upphædd?

Tað sum tá kom fram, var at teir flokkar sum høvdu umboð á fólkatingi og høvdu útlit til at fáa umboðan, høvdu gjørt avtalu við donsku politisku skipanina um at teir skuldu fáa stuðul eftir somu reglum sum vóru galdandi í Danmark. Hetta var gjørt í loyndum, tí teir fryktaðu fyri, at føroyingar fóru at venda sær í andstygd frá uppskotinum um at føroyskir flokkar skuldu duva upp á danskan stuðul.

Flokkarnir søktu tí um stuðul og fingu hann útgoldnan uttan at almenningurin fekk nakað at vita. Eg visti heldur einki, og fekk uttan at søkja.

Minni enn eitt ár seinni fekk eg nýtt bræv frá statinum. Har stóð at fyri at eg skuldi fáa studning fyri komandi ár skuldi eg søkja um hann og leggja fram ein grannskoðaðan roknskap fyri hvat politiskt arbeiði eg hevði nýtt útgoldnu upphæddina til. Hervið hevði eg fingið at vita tað sum eg sóknaðist eftir.

Allir teir sum høvdu fingið stuðul til politiska upplýsing frá danska statinum skuldu standa skúlarætt og leggja fram ein roknskap sum lýsti alt virksemi floksins út í æsir, og harvið fekk danski staturin holla vitan um hvønn snøkil í virkseminum hjá hesum flokkum.

Síðan hevur skjalainnlit avdúkað, at føroysku flokkarnir als ikki hava hildið treytina um at lata inn roknskap, men bara hava skrivað eina reglu um at upphæddin er nýtt til politiskt virksemi, og av tí at lógin ikki er galdandi í Føroyum, eru teir higartil slopnir snikkaleysir.

Nú heldur danska stjórnin allarhelst at føroysku flokkarnir eru so moyrir av teimum pengum, sum teir hava fingið, at teir ikki kunnu sýta fyri at danska lógin fer so strúkandi gjøgnum løgting og landsstýri. Tá verður alt tað sum fer fram í flokkunum lagt út á blik.

Danska lógin um alment innlit gevur øllum forvitnum møguleika fyri at síggja teir grannskoðaðu floksroknskapirnar. Har verða stórir møguleikar hjá forvitnum fjølmiðlafólki um allan heim at finna tilfar at klikkja føroyingar við, tá á stendur hjá okkum.

Men tað er kanska tað heimastýrið vil?

Zakarias Wang

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo