Undir flúgving á kvøldi úr Turklandi fyri nøkrum vikum síðani sá danskur flogskipari fyribrigdi á luftini sum hann hevur torført við at lýsa.
Frá stýrhúsinum á ferðfólkaflogfarinum sá flogskiparin tvey sera sterk ljós høgt yvir sær. Tað sá út, sum jagstraðu tey hvørt annað.
- Tað er eitt ella annað slag av dogfight (lufthólmgonga, red.), sum gongur fyri seg, greiður hann frá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo