Danska fakfelagið HK fer í rættin við Vága Floghavn, sum felagið metir bar seg skeivt at, tá fólk vórðu send heim við nógv niðursettari løn, tá korona rakti í fjør.
Talan er um 25 starvsfólk, og tey eru limir í HK, skrivar KVF.
Fólkini fingu ískoyti frá ALS, men tað var nógv minni enn lønin, tey vóru von at fáa.
Vága Floghavn hevur áður boygt seg fyri kravi frá Starvsfelagnum í líknandi máli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo