Ófriður, ringur atburður og sosialt kontrol eyðmerkir nógvar danskar studentaskúlar, serliga teir sum hava ein stóran part av næmingunum komandi frá øðrum ikki-vesturlendskum mentanum, ella við øðrum orðum har foreldrini eru tilflytarar.
Tað vísir ein nýggj kanning sum Berlingske endurgevur úr.
Næmingarnir eru heilt einfalt ikki til reiðar at koma á skúla. 25 studentaskúlar eru við í kanningini, og hjá 18 teirra sigur leiðslan frá trupulleikum, tí næmingarnir ikki gera skúlating, órógva og hava eftirlit við hvørjum øðrum.
- Tað eru systkin ella til dømis dreingir hjá gentunum sum í heilum ringja og spyrja hvar tær eru og hvat tær gera, skrivar Berlingske millum annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo