Strangu bretsku innferðarskerjingarnar merkja, at donsk ferðafólk sleppa ikki til London at síggja landsliðið spæla semifinalu á Wembley í London mikudagin.
Tað skrivar danska Uttanríkismálaráðið í tíðindaskrivi.
Danskarar búsitandi í Bretlandi fáa bílagt sær atgongumerki og síggja dystin, skrivar Uttanríkismálaráðið.
Tí biður DBU nú danir búsitandi í Bretlandi um at keypa tey 5000 atgongumerkini, sum eru tøk hjá DBU til semifinaluna, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo