Sambandsflokkurin á Fólkatingi: Danska stjórnin er sinnað at gera eina skipan, har føroysk talgild koyrikort verða góðkend í Danmark og arbeiða fyri, at donsk talgild koyrikoyrt verða góðkend í Føroyum. Tað er greitt eftir fund millum Annu Falkenberg, fólkatingskvinnu fyri Sambandsflokkin, og Thomas Danielsen, ferðslumálaráðharra.
- Í mínum hugaheimi eigur hetta at vera ein avgreiðsluspurningur, tí hvør kann vera ímóti, at eitt danskt talgilt koyrikoyrt kann brúkast í Føroyum, tá danir eru sinnaðir at góðkenna føroyska koyrikortið í talgildu skipanini í Danmark, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.
Tað sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, eftir at hava umrøtt málið um talgild koyrikort fleiri ferðir við Thomas Danielsen, ferðslumálaráðharra.
Fólkatingskvinnan hevur tikið málið upp við ráðharran, tí hon hevur fingið fleiri áheitanir um, at føroyingar eru ónøgdir við, at hevur tú eitt føroyskt koyrikoyrt, so ber ikki til at fáa tað góðkent í donsku talgildu skipanini.
Harafturat, so verður eitt danskt talgilt koyrikort heldur ikki góðkent í føroysku skipanini í dag.
Thomas Danielsen hevur lovað Annu Falkenberg, at ein loysn kann setast í verk í Danmark, soleiðis at føroysku koyrikortini verða partur av talgildu skipanini í Danmark.
Tað er upp til føroyskar mynduleikar at avgera, um eitt danskt talgilt koyrikoyrt kann brúkast í Føroyum. Ferðslumálaráðharran vil helst loysa málið undir einum, og tí fer hann at venda sær til landsstýrið.
- Eg eri sinnaður at ganga tínum ynskjum á møti. Neyðugt verður at samstarva við føroysku stjórnina og myndugleikarnarnar, ið standa fyri koyrikortunum, sum eg fari at seta meg í samband við í vón um vælvild, sigur Thomas Danielsen, ferðslumálaráðharri.
- Málið fer at gagna túsundtals føroyingum í Danmark, ið kunnu fáa føroyska koyrikortið við sær á telefonina, og harafturat sleppa danir í Føroyum undan at skifta koyrikort. Sjálvandi skulu vit hava smidligar skipanir í Ríkisfelagsskapinum, sigur Anna Falkenberg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo