Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað hevur verið mín høvuðsboðskapur til donsku stjórnarsamráðingarnar, sum hava verið seinasta góða mánaðin. Eg gleðist um, at samráðingarnar nú eru komnar á mál, og at tað verður ein virkisfør stjórn, sum vónandi kann standa seg í avbjóðandi tíðum.

Sum javnaðarumboð harmar tað meg, at tað ikki bar til at finna ein greiðan reyðan meiriluta. Men vit mugu samstundis viðurkenna, at sum støðan er í heiminum - og ikki minst í Evropa – so hava vit tørv á samstarvi fram um ósemjur. Og at vit hava tørv á at langtíðartryggja okkara vælferðarsamfeløg.

Eg haldi, at hendan stjórnin er eitt gott boð uppá at loysa tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman. Og nú endaliga samgonguskjalið fyriliggur, kann eg staðfesta, at okkara sjónarmið eru tikin við í stjórnargrundarlagið. Og at komandi stjórnin hevur tikið míni ynski í álvara.

Serliga fegnist eg um, at avtalan staðfestir, at eitt nýtt fongsul skal byggjast í Føroyum og eftir ætlan standa klárt í 2029. Og at onnur neyðug átøk verða gjørd fyri kriminalforsorgina komandi árini. Hetta havi eg arbeitt fyri í góð 10 ár.

Tað er eisini gleðiligt, at viðurskiftini hjá føroysku løgregluni verða tikin í álvara. Hetta tosaðu vit ofta um undir valstríðnum, og eg vænti sjálvandi, at vit fara at síggja nakrar batar komandi árini.

Bæði hesi málsøkini eru donsk. Og tí skal Danmark sjálvandi røkja sínar skyldur á hesum økjum.

Eg fegnist eisini um, at tað nú er semja um, at vitan um Føroyar og føroysk viðurskifti skal styrkjast í Danmark. Eg havi sjálvur virkað fyri, at undirvísing um føroysk viðurskifti skal vera obligatorisk, og m.a. at føroyskar filmsverkætlanir skulu javnsetast donskum, tá tær søkja um framleiðslustuðul. Tað sær út til, at tað arbeiðið kann halda fram.

Samanumtikið vænti eg, at komandi stjórnin fer at lurta enn meira eftir Føroyum. Og at vit í nógv størri mun kunnu vænta at gerast partur av teimum málum, sum viðvíkja okkum.

Tað var sum sagt mín høvuðsboðskapur til samráðingarnar. Og tað sær út til, at tað verður veruleiki við nýggja stjórnargrundarlagnum.

Drúgvar samráðingar geva úrslit. Tað er hetta eisini eitt dømi um.

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo