Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Runavíkar Kommuna: Endurreista dansistovan í Funningi varð tikin alment í nýtslu seinrapartin í dag. Borgarstjórin bjóðaði vælkomin og heilsaði bygdarfólkinum við hesum orðum.

Umframt, at føroyski dansurin í dag er eindømi í øllum heiminum, vóru kvæðini, vísurnar, rímurnar og skjaldrini málsliga og mentanarliga keldan, har ið vit funnu okkara samleika aftur í tí líki, sum vit kenna hann í dag. Romantiska tjóðskaparrørslan og kvæðini bjargaðu okkum málinum, ið var komið undir so stórt trýst, at tað ikki hevði hórað undan undir vanligum umstøðum.
 
Funningur er nýggjársbygd, og sum í flestu bygdum gekk dansurin undir bitunum í roykstovum. Sum ein javnur streymur fram í gjøgnum søguna eru kvøðingin og dansurin ein sjálvsagdur partur av gerandisdegnum hjá føroyingum. Helst hava fólk ikki hugsað um hetta sum mentan, heldur sum ein natúrligan part av lívinum. Ein av skorðunum undir bygdarlívinum saman við arbeiðslívi, trúarlívi og skúlagongd.
 
Táið tikið verður til dansibygdir í Føroyum, liggur Funningur frammalaga á tunguni. Funningur mundi vera millum fyrstu bygdir, eg visti nakað um. Var trý ára gamal piltur tá - í Grógv í Syðrugøtu. Abbi mín hevði handil, ráfiskakjallara og benzinsølu, og omma mín fekk konur at tøta skipstroyggjur fyri seg kring um alt landið. Í kjallara hennara sótu støðugt eini 8-10 konur og kliktu við stokkunum. Tað angaði av arbeiðssemi og góðum hugi. Tað skuldi gott fólk til, fyri at halda hesum gangandi. Ein teirra, sum kom í handilin at virka og ekspedera, var Marjun Jóanesarson úr Funningi. Hon var bara seytjan ára gomul tá. Hetta hevur verið veturin 58/59, at hon var í Gøtu, tí sviin Sten Nordenskiöld var í Føroyum í hesum tíðarmálinum og tók upp føroyskan dans. Niels Juel Arge var við honum í Gøtu, og haðani stava nakrar av eldru upptøkunum av føroyskum dansi í Útvarpinum. M.a. “Fisken tager sin føde i vand”, sum Pól morbróðir skipaði so sera væl. Dansað var í roykstovuni Niðri við Hús – á Húsgarði – og tá var gott at hava Marjuna við, sum var væl kálvfødd og hevði fingið kvæðamentanina inn við móðurmjólkini her norðuri í Funningi.
 
Seinri í lívinum havi eg rent meg í nógv fólk, sum eru slektað higani. Ikki minst eftir at eg gjørdist ein partur av kommunala geiranum. Fyrst sum havnarmeistari í Funningi, seinri sum limur í staðbundnu nevndini og nú sum borgarstjóri á áttanda ári.
 
Ein kommuna skal hava eina ætlan fyri framtíðina í bygdum og býum, kortini skal hon ikki yvirrula bygdarfólkið, - tað er ikki uppgávan hjá einari kommunu. Eisini tí hava vit eina staðbundna nevnd her í Funningi, bert mannað við kvinnum, og tær hava verið dyggar í ráðum og góðar í ávikum. Marjun, Randi og Óluvá. Táið tað hevur verið neyðugt, hava vit hildið borgarafundur um lutfalsliga stór mál fyri bygdina. Eisini eiga vit menn her í bygdini, sum við stríðshuga - so sera hugagóðir - fáa eldri hús í uppruna stand, og bygdarfólkið setti eisini ein bólk niður, til tað at fáa eina standmynd upp at standa, landnáminum og fyrsta landnámsmanninum, Grími Kamban, til heiðurs og áminningar.
 
Størsta episodan í mínum skeiði á havnarskrivstovuni var eitt leygarkvøld á hásumri, eg sat í einum føðingardegi í høvuðsstaðnum, og brádliga varð eg boðsendur, tí at funningsmenn ikki fingu flotað bátarnar fyri Sea Shephard. Møtti donsku løgregluni, tá eg kom oman á støðna, og teir formáddu sær onki ímóti hesum einoygdu aktivistunum, sum ætlaðu sær at gera ein enda á parti av føroyskari mentan – grindadrápinum. Løgreglan rýmdi – og eg fekk síðan við harðari hond bilbukt við hesar fremmandu, so frægt, at funningsmenn fingu drigið á sínari egnu støð.
 
Sum tíðin gekk, og onkur førkaði meg av havnarskrivstovuni upp á ovastu rók í forstandaraskapinum, gjørdist tað styttri millum túrarnar til Funnings. Hvørja einastu ferð gjørdi eg mær ein túr niðan og oman framvið við dansistovuni. Standurin gjørdist bara verri og verri fyri hvørja ferð, hon sá verri út, gjørdist bleikari, og táið takpláturnar so smátt ikki vildu vita av henni, opið var millum gólv og himmal, mátti ein avgerð takast. Annaðhvørt skuldi ein bulldozari sendast norður at foykja hana av jørðini, ella skuldi hon setast í stand.
 
Tað var lættari sagt enn gjørt. Kommunan átti ikki matrikkulin, og fekk tí onki gjørt við málið, uttan at bygdin var eftirspurd. Nú mátti løgfrøði og byggifrøði fáast uppí málið, skuldi nakað henda. Fyrst fingu vit Einar Toftegaard at gera eina skitsu, av hvussu dansistovan kundi koma at síggja út við einum íkrøktum kommunalum nátthúsi. Leirvíkingurin Allan Norðgerð fekk tøkniligu ábyrgdina, og gøtumaðurin Jónfinn Thomsen fekk í uppdrag at greiða tær juridisku fløkjurnar, um málið skuldi røkkast at restaurera dansistovuna.
 
Ikki færri enn tveir borgarafundir vóru hildnir í skúlanum fyri at fáa matrikkulin úr kollektivari ogn yvir í kommunala ogn, soleiðis, at farast kundi undir verkætlanina. Undirtøkan var fløvandi, og síðan var bara eftir at seta ferð á málið.
 
Dansistovan kann ikki metast við Eiffeltornið, Empire State Building ella operahúsið í Sidney, men sum frá er liðið, eri eg komin eftir, at hon hevur líka stóran týdning fyri funningsfólk sum hesi fyrrnevndu hava fyri íbúgvarnar í París, New York og í Sidney.
 
So treyst var dansimentanin í bygdini, at uppdriftin dreiv ungdómarnar til at fara undir eitt unikt átak, at byggja eina dansistovu. Kvæðakempan Pól Eide gekk undan, men annars vóru tað bara dreingir, sum savnaðust um verkætlanina. Teir fingu grundøkið fyri onki frá Líðarhelvtini, sementið fingu teir fyri onki frá D.P. Højgaard í Runavík, og gluggarnir vóru tiknir úr gamla skúlanum. Sandin fingu teir til vega niðri á Sandi, og varð hann sleipaður niðan av Høguhellu við hestinum hjá Osvaldi.
 
Miðskeiðis í farnu øld var hon liðug, og her hevur dansurin gingið. Sjónleikir vóru spældir, og felagsátøk bygdini til frama fingu rúm í hesum nýggja skála. Nú var hon komin á fallandi fót, men í tøkum tíma helt onkur, at hesir berligu múrarnir vóru ov virðismiklir til at falla, at dansistovan var ein so stórur partur av bygdarinnar samleika, at hon átti at koma til heiður og æru aftur.
 
Kirkjan, skúlin og dansistovan. Sum eg skilji ein tríeind í bygdini, sum onkursvegna er samleikin. Samleiki hjá eini landnámsbygd, kanska tí fyrstu. Sum borgarstjóri bygdarinnar í løtuni er hendan verkætlanin tann, sum eg fegnist mest um av øllum. Tilgongdin hevur verið stríggin, men øll hava stuðlað henni, tí komu vit á mál.
 
Eitt gitið hugtak er, at soleingi Colosseum stendur uppi, verður Roma standandi, og táið Collosseum syndrast foykist Roma og harvið allur heimurin.
 
Míni orð til endans: Stendur dansistovan verður Funningur verandi, og foykist dansistovan máast støði undir bygdini, - og heimurin gongur undir.
 
Hjartans tøkk tit, sum hava verið ein partur av hesi verkætlanini, og ikki minst bygdarfólkinum fari eg at takka fyri allan stuðul á ferðini fram til dagin, táið tað óhugsandi gjørdist møguligt.
 
Hjartaliga til lukku øll somul. Mátti endurreista dansistovan, nýggja stovan, ikki við stokkum av stáli kortini, verið tykkum til signingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo