Danmark varðveitir fremsta pláss í bólki F eftir ein 8-0 sigur á Moldova í dag.
Moldova leikti javnleik móti Føroyum fyri fáum døgum síðani.
Hetta er størsta tap hjá Moldova nakrantíð. Fyrr var størsta tap hjá Moldova seks mál.
Samtíðis var hetta størsti sigur hjá Danmark síðani sigurin á Rumenia í 1987 undir OL-kavlifikasjónini. Tá vann Danmark eisini 8-0.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo