Skoringin hjá Dolberg var munurin á Danmark og Wales tá ið fyrri hálvleikur var av í Amsterdam.
Dolberg legði Danmark á odda í 27. minutti.
Og longu í 48. minutti í seinna hálvleiki skoraði Dolberg sítt mál nummar tvey.
Í 89. minutti skoraði Mæhle til 3-0 til Danmark.
Í 95. minutti skoraði Braithwaite til 4-0.
Danmark er víðari og nærkast London.
Men áðrenn tað er kvartfinala móti antin Hollandi og Tjekkia.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo