Tað verður eitt avboð frá donsku hermonnunum, tá ið NATO-londini fara undir venjingina Allied Spirit, sum verður í Týsklandi í 2025.
Tað skrivar Jyllands-Posten út frá einum telduposti sendur frá verjumálaráðharranum Troels Lund Poulsen til Fólkatingið.
Ætlanin var, at 2500 danskir hermenn skuldu luttaka, men nú vísir tað seg, at Danmark hevur ikki ráð at luttaka, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo