Í eitt ár er talið av pensjonistum í arbeiði økt munandi.
Í januar í ár vóru tað 69.890 danir, sum arbeiddu samtíðis sum teir fingu fólkapensjón.
Tað vísa tøl frá Styrelsen for Arbejdsmarked og Rekruttering.
Samanborið við januar 2023 er talan um eina øking á umleið 9600 persónar, ella tað sum svarar til 16 prosent.
Í Danmark er eingin mótrokning í pensjónini um ein pensjonistur arbeiðir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo