Ein 49 ára gamal maður var álopin og bæði børnini hjá honum burturflutt sum tey hugdu at fýrverki í danska býnum Gråsten, við týska markið.
Børnini, sum eru 10 og 13 ára gomul, vórðu noydd inn í ein bil stutt eftir miðnátt. Gerningspersónarnir fóru síðani avstað í tveimum týskskrásettum bilum.
Løgreglan skrivar í úttalilsi at málið verður kannað sum valdsgerð og mannarán
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo