Danir sum hava verið fyri skaða av herviligu stormlóðini sum rakti landið fyrr í vikuni nýtast ikki at stúra fyri, um tryggingin tekur við.
Tað lovar ráðharrin í vinnumálum, Morten Bødskov.
Ein serligur grunnur er, sum tekur við tá stormflóðir herja. Í honum eru yvir ein milliard krónur. Men eitt statsgaranti ger, at landið traðkar til um tað manglar í.
Donsk tryggingarfeløg hava higartil fingið langt yvir 1.000 fráboðanir um skaðar eftir herviligu stormflóðina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo