Danska felagið Thyborøn Trawldoor hevur keypt allan partapeningin í fyritøkuni Rock Trawldoor í Vági.
Tað skrivar miðilin Fiskerforum.
Hildið verður tó fram við virkseminum og somu leiðslu í Føroyum.
Rock Trawldoor hevði 1,1 mió kr í vinningi eftir skatt í fjør, og hevur seinastu fimm árini havt tilsamans hálva sjeyndu milliónir krónur í vinningi eftir skatt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo