Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er "Breaking News" í donskum miðlum, at føroyingar og russar hava endurnýggja sínamillum avtaluna um fiskiskap.

Jyllandsposturin skrivar, at føroyingar ganga ímóti bæði Danmark og ES við sínum fiskivinnupolitikki. Árni Skaale, landsstýrismaður, verjir føroysku avgerðina og sigur millum annað, at avleiðingarnar fyri Føroyar, um avtalan ikki bleiv gjørd, hevði verið áleið tað sama sum um Danmark eftir einum degi steðgaði øllum landbúnaðinum og allari medicovinnuni, sum samlað gevur arbeiði til yvir 100.000 fólk. - So stóran týdning hevur henda avtalan fyri okkum, sigur Árni Skaale við Jyllandspostin.

Jens Ladefoged Mortensen sum er lektari við Institut fyri stjórnmálafrøði við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn heldur, at føroyingar raka við síðuna av og eru farnir at reka uttanríkispolitikk við avtlauni. - Tað virkar ikki sum tey vita, hvat hendir í heiminum. Ella eisini er føroyska perspektivið bara eitt heilt annað. Putin roynir at sáa iva og skapa spjaðing, og tað er júst tann strategiin sum føroyingar eru við uppá her, sigur hann.

Eisini Politiken, TV2 og fleiri aðrir danskir miðlar gera nógv burturúr avtaluni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo