G! 2024: Hevur tú ikki hoyrt um Daniu O. Tausen hetta seinasta árið, so hevur tú búð undir einum steini.
Eingin mann hava spílað seg meira út í tíðarskeiðnum enn hettar arbeiðssama fjöllistafólki av Toftum.
Tí er tað heldur einki lögið, at júst Dania O. Tausen hevur flest FMA tilnevningar í ár. Hon er tilnevnd tvær ferðir fyri ársins útgávu, sum einstaklingur og í Aggrasoppum, fyri ársins lag og fyri ársins myndlistarliga samleika.
Dania vísir í allari síni list ein serligan tokka til föroyska málið. Á ein snildisligan og háfloygdan hátt brúkar hon eitt gerandismál, sum öll kunnu kenna seg aftur í.
Vit gleða okkum at uppliva tað tú helst kanst nevna ársins listafólk, Daniu O. Tausen, á G!
Sjey föroysk növn leggjast komandi vikuna afturat skránni hjá G! í 2024, og Dania er tað fyrsta av teimum. Onnur föroysk kunngjörd növn higartil eru Einangran, Knút og Eivör.
Fylg við, tá ið vit dagliga kunngera eitt spennandi föroyskt tónleikanavn. Atgongumerkir eru til keyps á gfestival.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo