Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Daniu Niclasen í tíðaravmarkaða starvið sum skúlastjóra í Sørvágs skúla næstu tvey árini frá 15. mai 2023 at rokna.
Dania Niclasen er 37 ára gomul og tók læraraprógv í 2015. Hon hevur tikið semestur í námsfrøðiligari leiðslu og er í holt við at taka Master í management and leadership, har hon er komin væl áleiðis, umframt at hava tikið onnur viðkomandi skeið.
Síðstu 7 árini hevur Dania Niclasen starvast sum einalærari í Haraldssunds skúla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo