Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Jens Kristian Haraldsen, formaður í 07 Vestur (t.v.) og Dan Brimsvík, nýggjur høvuðsvenjari

Jens Kristian Haraldsen, formaður í 07 Vestur (t.v.) og Dan Brimsvík, nýggjur høvuðsvenjari

Jens Kristian Haraldsen, formaður í 07 Vestur (t.v.) og Dan Brimsvík, nýggjur høvuðsvenjari

07 Vestur: 07 Vestur hevur verið í stórari menning seinastu árini og tað er umráðandi, at tann menningin heldur áfram og at bygt verður uppá í felagnum, bæði innanfyri og uttanfyri vøllin. Komandi tíðina verður serligt fokus lagt á at fáa spælt nøkur av ungu talentunum inn á besta liðið.

Dan hevur UEFA A-Lisens og hevur staðið á odda fyri besta mansliðnum hjá B36 í fleiri ár. Eisini hevur Dan royndir sum høvuðsungdómsvenjari hjá B36, ítróttarleiðari hjá Hvidovre Elite og høvuðsvenjari hjá U14-U15 Elite hjá Lyngby BK, umframt at Dan er útbúgvin Bachelor í Ítróttarvísind frá Københavns Universitet.

- Vit meta, at Dan Brimsvík hevur rætta venjaraprofilin, og gleða okkum til gott og mennandi samstarv, har Dan við sínum førleikum og royndum fær lyft felagið á eitt enn hægri støði – innanfyri og uttanfyri vøllin, sigur nevndin.

Dan byrjar í starvinum ein av komandi døgunum.

- Eg vóni at kunna byggja uppá tað góða arbeiði sum longu er gjørt í felagnum. Eftir nøkur góð prát við starvsnevndina, kenni eg meg sannførdan um, at vit síggja somu framtíðar møguleikar í felagnum.

- Nógvir dugnaligir leikarar eru í felagnum, og hetta sæst aftur á stigatalvuni har liðið roynir at fáa fatur á ovaru hálvuni. Samstundis er heilt týðiligt at síggja, at góða og drúgva arbeiðið, ið er lagt í ungdómsdeildina yvir fleiri ár nú sæst aftur, tí nógvir ungir evnaríkir leikarar eru í løtuni í felagnum. Hetta setir stór krøv til okkum í venjaratoyminum, tí okkara uppgáva verður, umframt at menna liðið, at menna einstaklingarnir soleiðis at ungu leikararnir yvir tíð hava møguleika at býta seg fastar á Betri liðnum, sigur Dan Brimsvík.

Vit bjóða Dan hjartaliga vælkomnum vestur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo