BirkBloggur: Í kvøld komu tey bæði, Dagur og Vika, aftur úr summarfrí. Tað var eitt stórt frambrot, tá føroyska tíðindasendingin byrjaði, eftir at Sjónvarpið var komið í verðina hin fyrsta apríl í 1984. Frammanundan høvdu somu fólk sent donsku TV-avísina, sum kom við posti á U-matic bandi frá eini ónevndari keldu, helst ein vinmaður á Keypmannahavnarleiðini. Í Dimmu lovaðu lesarar kríggj, um danska TV-avísin ikki helt fram. Fólk hvørki ynsktu ella orkaðu eina føroyska TV-avís, sum tað róptist.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo