Tórshavnar kommuna: Í gjár var hugnaløta í Kaldbak, tí dagstovnurin Flatnagarður er 20 ár. Eisini var 20 ára starvsdagur á stovninum, tí Miriann Nielsen Dam hevur starvast hjá Tórshavnar kommunu í 20 ár.
Her er brot úr røðuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu:
"Í dag hátíðarhalda vit, at Dagstovnurin Flatnagarður hevur 20 ára føðingardag og vit hátíðarhalda eisini, at Miriann Nielsen Dam hevur starvast hjá Tórshavnar kommunu í 20 ár.
--
Flatnagarður liggur í vøkru náttúruni í Kaldbak. Skjótt er hjá tykkum at fara ein túr í fjøruna og til stóra spæliplássið her í bygdini.
Og eg veit, at tit eisini fara inn í Kaldbaksbotn har nógv er at síggja og finna.
Flatnagarður liggur beint í náttúruni, og her í Kaldbak kunnu tit fylgja við náttúruni og árstíðunum beint uttanfyri vindeygað.
--
Í dag hátíðarhalda vit eisini, at Miriann Nielsen Dam hevur starvast hjá Tórshavnar kommunu í 20 ár. Miriann byrjaði sum dagrøktari í 1994. Síðani arbeiddi hon á øðrum stovnum í Tórshavnar kommunu og í 2020 byrjaði hon her á Flatnagarði. Fyrst í barnagarðinum og síðstu tvey árini hevur hon verið í vøggustovuni.
--
Miriann, tú dugir væl at síggja hvørt einstakt barn, siga starvsfelagarnir um teg. Og júst nærvera og tað at síggja barnið er umráðandi. Tú setir teg ofta á gólvið og spælir og lesur saman við børnunum. Tað hevur ein frið við sær á stovuni. Og tað eru slíkar løtur, ið børn minnast, tá tey gerast vaksin.
--
Tað er umráðandi, at vit geva børnum okkara eina góða byrjan, og har hava dagstovnar, og tit, sum arbeiða á dagstovnum, stóran týdning.
Tit, ið arbeiða við børnum leggja grundarsteinin til framtíðina í samfelagnum. Eg plagi ofta at siga, at tit taka tykkum av framtíðini í Tórshavnar kommunu.
--
Góðu Miriann og tit øll her á Flatnagarði. Stóra takk fyri tykkara arbeiðið, og hjartaliga til lukku við starvsdegnum og føðingardegnum."
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo