Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Kringvarpið: Í februar mánaði verður - Dagsins yrking aftur at hoyra í útvarpinum.

Í februar í fjør var tátturin - Dagsins yrking á fyrsta sinni settur á skrá. Dagsins yrking fekk góða undirtøku, og tí gleðast vit um, at vit aftur í februar í ár fara at hugsavna okkum um yrkingar.    

Hvønn yrkadag - mánadag til fríggjadag, klokkan 12.00 - tá verður ein yrking at hoyra í útvarpinum. Í alt er talan um 20 yrkingar. Tað verða 6 yrkjarar og 4 sjónleikarar, vit fara at hoyra lesa upprunaføroyskar yrkingar. Bókmentaráðið hevur skipað fyri og valt út so ymiskt og fjølbroytt sum gjørligt. Í bókmentaráðnum eru Marjun Syderbø Kjelnæs og Bergur Rasmussen fyri Rithøvundafelagið, og fyri Kringvarpið eru Jonna Fritsdóttir Mortensen og Páll Danielsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo