Ein demokratur afturat biður Joe Biden taka seg burturúr valstríðnum, skrivar CNN.
Hesaferð er tað Gabe Vasquez, sum er limur í Umboðsmannatinginum fyri New Mexico, sum heitir á forsetan um at tka seg burturúr valstríðnum.
Sostatt er Gabe Vasquez tann 11. demokraturin sum fríggjadagin hevur biðið Biden um at taka seg burturúr valstríðnum. Tilsamans hava nú 33 demokratar gjørt tað, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo