Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað, at danir áhaldandi brúka grein 19 i Grundlógini sum grundgeving fyri, at vit ikki kunnu fáa limaskap í millumtjóða og altjóða felagsskapum, má fáa ein enda.

Vit vita, at tað altíð er praktiskur politikkur, sum skal til fyri at loysa stórmál - og ikki juristarí. Besta dømið um hetta er, tá Poul Schlüter og Atli Dam avtalaðu yvirtøku av undirgrundini.

Tað er ikki i lagi í dagsins samfelag, har heimurin og kringumstøðurnar eru munandi broyttar seinastu 70 árini - síðan Grundlógin seinast bleiv dagførd - at hon áhaldandi skal verða brúkt sum ein forðing fyri framgongd og broytingum, sum mugu fremjast til frama fyri Føroyar og Grønland.

Um Ríkisfelagsskapurin skal verða javnbjóðis og m.a. geva Føroyum og Grønlandi størri heimildir á uttanrikispolitiska økinum, eins væl og í sjálvsøgdum felagsskapum sum Nordurlandaráðið, WTO, IOC o.a., so mugu vit fáa hesar "kæphestar" av vegnum, sum brúktir verða, hvørja ferð Føroyar og Grønland vilja flyta seg fram á leið.

Tað hjálpir onki, at Mette Frederiksen tosar um ”jævnbyrdighed og ligestillede parter i fællesskabet” og ”modernisering af Rigsfællesskabet”, men tá tað kemur til veruleika, ja so er tað meira blá luft (ella rættari reyð luft) enn nakað annað.

Mette Frederiksen og danskir myndugleikar, mugu vakna úr tornerose-svøvninum og byrja at vísa í verki, at mann meinar nakað við orðini, ið søgd verða, og saman við okkum sessast at fremja neyðugu dagføringarnar fyri, at felagsskapurin skal verða eitt "jævnbyrdigt og ligeværdigt rigsfællesskab" og harvið framyvir hava eksistensberættigilsi.

Fullur limaskapur fyri Føroyar í Norðurlandaráðnum á øllum yvirtiknum økjum, sum eru umfatað av Helsingforsavtaluni, er eitt gott stað at byrja at vísa sín góða politiska vilja.

So Mette Frederiksen …. vit taka teg uppá orðið og vís nú í verki, at tú veruliga vil neyðugar dagføringar saman við okkum!

Johan Dahl
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og limur í Norðurlandaráðnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo