Fyrispurning nr. 52-082/2023 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi sjúkraflutningstænastuni í Sandoynni, frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni.
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu verður sjúkraflutningstænastan í Sandoynni skipað í framtíðini?
Svar:
Sjúkrahúsverkið er í eini tilgongd, har ein arbeiðsbólkur við umboðum frá sjúkraflutningstænastuni á øllum trimum sjúkrahúsunum, arbeiðir við at gera eitt tilmæli viðvíkjandi dagføring av skipanini av sjúkraflutningstænastuni í øllum landinum.
Hetta arbeiði tekur støði í teimum stóru broytingunum, sum eru hendar í undirstøðukervinum, nú bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eru latnir upp. Ætlanin er, at tilmælið skal vera klárt at lata leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum í summar. Hvussu framtíðar tænastan á Sandoynni skal vera, er ein partur av hesum yvirskipaða arbeiði.
Í løtuni hevur sjúkraflutningstænastan á Landssjúkrahúsinum avtalu við ein privatan veitara, sum tekur sær av sjúkraflutningi á Sandoynni. Sambært avtaluni verður koyring við sjúkrabili á Sandoynni umbiðin av vaktsentralinum á Landssjúkrahúsinum. Tá starvsfólk í sjúkraflutningstænastuni fáa undirvísing, fevnir hetta eisini um starvsfólk á Sandoynni. Bilar og útgerð verða hildin við líka og latin av Landssjúkrahúsinum.
Galdandi sáttmáli millum partarnar gongur út 31. mai 2024. Enn hevur Sjúkrahúsverkið ikki tikið endaliga støðu til, um galdandi sáttmáli skal leingjast ella um tillagingar skulu gerast, tá ið sáttmálin fer úr gildi.
Óansæð hvør avgerð verður tikin í sambandi við at sáttmálin gongur út kemur Sjúkrahúsverkið at skipa tænastuna soleiðis, at Sandoyggin eisini hevur eina trygga sjúkraflutningstænastu eftir 31. mai 2024.
Heilsumálaráðið, 9. februar 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo