Filmsfelagið: Mikudagin sýnir Filmsfelagið nýggja filmin hjá danska leikstjóranum Per Fly við Mikael Persbrandt í høvuðsleiklutinum sum ST aðalskrivarin Dag Hammarskjöld.
Í nýggja svenska filminum ”Hammarskjöld” eru vit mitt í kalda krígnum. Árið er 1961 og vit fylgja seinastu fótasporunum hjá Mikael Persbrandt, sum í filminum er heimskendi sendiharrin Dag Hammarskjöld (1905-1961).
Tað er í optikkinum hjá kenda danska leikstjóranum Per Fly (f.1960), vit fáa innlit í lagnutungu hendingarnar í miðskeiðis í Afrika hetta árið, tá Hammarskjöld hevur verið aðalskrivari í ST í átta ár. Hann er hin yngsti at fáa henda tignarliga sess, bara 47 ára gamal, tá hann í 1953 avloysti norska Trygve Lie. Eftirmaður Hammarskjölds var U Thant úr Burma, núverandi Myanmar.
At fáa frið í lag og vápnahvíld millum stríðandi partarnar í núverandi Demokratiska Lýðveldinum Kongo, Crise congolaise, sum tíðin frá 1960 til 1965 verður nevnd, fer Hammarskjöld umborð í eitt flogfar at gera eina seinastu friðarroynd, innan hann skal leggja frá sær og flyta til Österlen.
Hvat síðan hendir er ein gáta, sum danski Mads Brügger, ið eigur Frihedsbrevet, hevur viðgjørt í heimildarfilminum ”Cold Case Hammerskjöld” (2019). Í hesum nýggja filminum um Hammerskjöld letur Per Fly okkum hyggja inn um og fá eina heilrunna fatan av søguliga svenska jet-set manninum, ið til tað síðsta hevði ein stálsettan vilja at skapa frið í heiminum.
Meðan Mikael Persbrandt er best kendur sum hin bráðsinti løgreglumaðurin Gunvald Larsson, er Per Fly kendur fyri heilhjartaðu og ikki sørt samhaldsføstu filmarnar, har ”Bænken” (2000) stendur fremstur. Per Fly hevur fyrr gjørt film í Svøríki. Tað var um sangstjørnuna ”Monica” Zetterlund (2013).
Filmsfelagið: 24/4 kl 20:00 Hammarskjöld (Per Fly Svøríki 2024 114 min)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo