Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórsgøta: Vit fáa ikki summarveður leygardagin, tí flyta vit Da Sjúka inn í Bacalao, har tað er turt og gott veður 365 dagar um árið.

Á Bacalao fært tú eina stóra og flotta skatepark, sum er perfekt til skateboard og BMX. Og sum altíð, so skalt tú bara taka teg sjálvan við, tí skateboard, súkklur og trygdarútgerð er á staðnum.

Tað vera eisini útlendskir gestir á Bacalao. Filip Jakubiec og Eryk Obtułowicz úr Pólandi eru professionellir íðkarar innan skateboard og BMX, meðan Marcus Grandjean úr Danmark er professionellur parkour íðkari. Teir tríggir fara at vísa síni kynstir og læra frá sær.

Guerilla Pop Up syrgja fyri ókeypis street food. Og fyri, at tað ikki skal vera lygn, so hevur Havnar Klintrifelag eisini játtað at vera við. So nú sleppur tú eisini at royna teg sum klintrara á klintriveggunum á Bacalao. RC Felagið hevur eisini meldað út, at tey fegin lata dyrnar upp fyri teirra heilt serliga universi við fjarstýrdum akførum. Og sum drússið á kramarísinum, so verður føroyskt hondgjørdur ísur úr staðbundnum ráðvørum eisini á staðnum.

Alt hetta kanst tú uppliva á Bacalao á Vestara Bryggju 13 millum kl. 14:00 og 19:00. Og so verður tann stóra finalan í Perluni í Tórsgøtu klokkan 22:00, har 200, RSP og Jurghinn syrgja fyri einum braki av eini konsert.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo