Real Madrid hevur vunnið Champions League tvær sesongir á rað, og kann fullføra eitt ótrúligt hat trick við at vinna Liverpool leygardagin, skrivar norska TV2.
Toppskorari í kappingini er Cristiano Ronaldo við 15 málum, og síðani kemur Liverpool-trioin Mohamed Salah (10), Roberto Firmino (10) og Sadio Mané (9).
Portugisiska supersjørnan í Real Madrid hevur vunnið kappingina tríggjar ferðir við Los Blancos, men var eisini við tá ið Manchester United vann kappingina í 2008.
Til spurningin um tað verður nakað serligt at møta kappingarneytanum hjá United, Liverpool, eftir karrieruna í Manchester, svarar Ronaldo at hann hevði helst viljað havt ein annan mótstandara í finaluni.
– Finalur eru altíð serligar løtur. Mær hevði dámt betur at møtt Manchester United, sigur Real Madrid-stjørnan við AS.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo