Formansskapurin í Norðurlendska Ráðharraráðnum 2020 skipar fyri talgildum pallborðskjaki um norðurlendska samstarvið og handfaringina av COVID-19 kreppuni í Norðurlondum.
Sum partur av føroyska, danska og grønlendska formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum 2020 skipar formansskapurin fyri talgildum pallborðskjaki um COVID-19 kreppuna, norðurlendskt samstarv og handfaringina.
Kreppan hevur stóra ávirkan á okkara samfelag og hevur sett myndugleikar, heilsuverk, vinnu og einstaklingar í øllum Norðurlondum undir stórt trýst. COVID-19 kreppan hevur eisini ávirkað norðurlendska samstarvið.
Tað finst eingin mannagongd fyri, hvussu henda kreppan kann ella skal handfarast, og norðurlendskar stjórnir og politikarar hava verið noydd til at finna nýggjar loysnir til brádliga íkomnar avbjóðingar. Tað hevur verið samstarvað og vitan er deild á nógvum økjum, men samstundis eru eisini markaforðingar íkomnar og neyðugt er at hyggja at, hvussu samstarvið kann styrkjast.
Hvussu hava vit handfarið kreppuna í Norðurlondum higartil? Hvørjar avleiðingar hevur kreppan haft og hvørjar avleiðingar kann hon fáa fyri norðurlendska samstarvið frameftir? Hvussu kann norðurlendska samstarvið nýtast til at handfara og loysa kreppur av hesum slag?
Hesar spurningar seta vit norðurlendsku samstarvsráðharrunum og byrja kjakið um møguleikarnar fyri felags norðurlendskari handfaring higartil og frameftir.
øroyski samstarvsráðharrin Kaj Leo Holm Johannesen bjóðar vælkomin, og kjakið verður stýrt av Jákupi Sørensen, ráðgeva á NORA, og Inga Samuelsen, journalisti og skrivara fyri Norrønafelagið í Føroyum.
Dr. Hans Kluge, evropeiskur stjóri fyri WHO, Dr. Pál Weihe, yvirlækni, professari og ráðgevi, og Lasse Ilkka, lækni, seniorráðgevi í finska heilsumálaráðnum og limur í Norðurlendska heilsutilbúgvingarbólkinum (Svalbardgruppen), fara at hava framløgur og seta karmin fyri kjakinum.
Síðani luttaka norðurlendsku samstarvsráðharrarnir í einum pallborðskjaki, har teir fáa møguleika at svara spurningum frá formanskapinum í Norðurlandaráðnum, orðstýrarunum, áhoyrarum og hvørjum øðrum um norðurlendsku handfaringina av COVID-19 og hvussu norðurlendska samstarvið kann nýtast til at loysa kreppur framyvir.
Fyri at síggja talgilda pallborðskjakið, sum verður fríggjadagin 27. november 2020 kl. 12.00 – 13.30, er neyðugt at skráseta teg her.
Tá tú meldar teg til, skráseta vit tín teldupostbústað, hagar tú fært sent ein teldupost við leinkju til luttøku dagin áðrenn tiltakið. Málið er skandinaviskt, við framløgum á enskum og skandinaviskum.
Vegna formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum 2020
Kaj Leo Holm Johannesen
Landsstýrismaður í Norðurlandamálum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo