Diego Costa hevði ikki verið á vøllinum í meira enn seks minuttir, áðrenn hann setti bóltin í kassan fyri Atletico Madrid í útidystinum ímóti Lleida í kvøld.
Støðan var 2-0 til Atletico, tá Costa kom inn í 62. minutti, og tá 68 minuttir vórðu leiktir, setti hann tánna á eitt innlegg úr høgru síðu, so at støðan gjørdist 3-0.
Atletico vann Copa del Rey dystin 4-0. Hinir málskjúttarnir hjá Atletico í dystinum í kvøld vóru Godin, Torres og Griezmann.
Costa skifti aftur til spanska høvuðsstaðarfelagið tann 1. januar í ár, eftir at hann hevði verið í Chelsea í trý ár og vunnið tvey meistaraheiti harbeint.
Tíðin hjá honum í Chelsea endaði við, at hann gjørdist óklárur við venjaran Antonio Conte og sýtti fyri at spæla fyri felagið aftur.
Costa spældi við Atletico í 2010-11 og 12-14. Í 2014 gjørdist hann spanskur meistari við Atletico.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo