Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Svenski journalisturin, Magnus Gertten, sum í 2014 gjørdi filmin Tusen Bitar um Björn Afzelius, hevur aftur gjørt ein heimildarfilm um ein stóran og fólkakæran svenskan tónleikara - trubadurin Cornelis Vreeswijk.

Mikudagin sýnir Filmsfelagið nýggja filmin.

Víðagitni og ikki sørt tiltikni sangarin vitjaði í Føroyum og sang á Jazzfestivalinum, innan hann andaðist bara 50 ára gamal í 1987. Sum navnið avdúkar, var hann føddur í Niðurlondum. Tólv ára gamal flutti hann við foreldrunum til Svøríkis.

Í Svøríki gjørdist hann plátuskald, yrkjari, sum sang tekstirnar, ið ofta vóru samfelagsliga atfinnandi, og gav teir út á plátu. Hóast pressan javnt og samt lýsti hann sum ein buldrasligan konufólkarev, ið drakk illa, verður Cornelis í svenska tónleikaumhvørvinum mettur sum fremsti svenski trubadurur. Í hesum tvørskurði er tað, at Magnus Gertten, eins og í filminum um Björn Afzelius, eydnast at leggja lívsleiðina og avrikini hjá sangaranum opna fyri áskoðaranum.

Filmsfelagið: 20/3 kl 20:00  Cornelis Vreeswijk: Somliga går med trasiga skor (Magnus Gertten Svøriki 2023 105 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo