Italski venjarin Antonio Conte hevur fingið fótin sum venjari hjá Premier League-felagnum Tottenham.
London-felagið váttar avgerðina um at enda samstarvið við Conte í kvøld.
Felagið upplýsur at hjálparvenjarin hjá Conte, Cristian Stellini, verður venjari hjá felagnum restina av sesongini. Fyrrverandi Tottenham-leikarin Ryan Mason skal hjálpa honum.
Eftir at Tottenham spældi 3-3 heima móti botnliðnum Southampton leygardagin, serveraði venjarin Conte eina verbala skotríð av sjáldsomum slagi móti bæði egnum leikarum og felagnum, skrivar NRK.
Antonio Conte has left Tottenham Hotspur by mutual consent.#THFC #COYS https://t.co/P9ixu3LFVZ
— Tottenham News (@Spurs_fl) March 26, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo