Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Má siga at Hiddenfjord er rættuliga kreativt í sínari útrokning av spardum litrum av fossilari orku við at nýta skipaflutning heldur enn flogfrakt. 40.000tons spart CO2 er ájavnt 15.000 tons av olju, ið er umleið helvtin av samlaðu nýtysluni av olju til farmaskip / íroknað Norrøna fyri 2016.

Um Hiddenfjord hevur íroknað tað nýtslu av fossilari orku flutningurin av GMO soya frá Suðuramerika til Europa, og tað orkunýtslu GMO rapsið frá Canada krevur til flutning til Kina til góðskingar fyri síðan at verða sent hinvegin runt klótuna til fóðurverksmiðjur, er so ein góður spurningur.

Hiddenfjord liggur við smábátum á vánni við motorinum gangandi fyri at fáa røring í sjógvin og manglandi nøgdina av súrevni, ið alilaksurin jú skal hava fyri at yvirliva í nótunum.

Men Hiddenfjord sigur einki um tað ovurstóru nøgd av skarni og fóðurleivdum íð legst á botnin, køvur alt livandi og minkar álvarsamt um neyðuga súrevnið... men harafturímóti økir álvarsamt um útlát av svávul- og methangassum, ið eru deyðilig fyri alt livandi. T.d. er kraklingurin við ovurstóra alguvøkstrinum vorðin eitraður og vandamikil at eta.

Methangass er umleið 20 falt so skaðiligt í veðurlagshøpi sum koltvísúrni og kann tí vera rættuliga ivasamt um sparda CO2 útlátið Hiddenfjord vísir til er eftirfarandi... tó at rætt er at CO2 útlátið er ógvusligt frá flogfrakt....

Men uttan ískoytinum frá teim tonsum av methangassi Hiddenfjord er orsøk til, kann allarhelst sigast at sparda oljunýtslan við ikki at nýta flogfør er meira uttanumtos og tokutala enn nakað annað.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo