Amerikanska fregnartænastan fekk frænir av fyrr í ár, at russisku myndugleikarnir ætlaðu at drepa Armin Papperger, stjóran í týsku fyritøkuni Rheinmetall, sum hevur framleitt vápn til Ukraina í krígnum móti Russlandi, skrivar CNN.
Fregnartænastan avdúkaði eisini líknandi drápsætlanir móti fleiri evropeiskum leiðarum í verjuídnaðinum, siga keldurnar við CNN sambært Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo