CNN stjørnan Jeffrey Toobin hevur nú fingið fótin eftir at hava starvast á tíðarritinum New Yorker í 27 ár.
Orsøkin er, at hann fleygaði sær undir einum Zoom fundi við sínum starvsfeløgum, uttan at vita av, at hansara vevkamera stóð frá.
Hann var fyrst suspenderaður, meðan ein kanning var gjørt.
Og nú váttar hann sjálvur á Twitter at hann hevur fingið fótin.
Toobin var eisini nógv brúktur av CNN, og seinast var undir hoyringini av Amy Coney Barrett, hægstarættardómara.
I was fired today by @NewYorker after 27 years as a Staff Writer. I will always love the magazine, will miss my colleagues, and will look forward to reading their work.
— Jeffrey Toobin (@JeffreyToobin) November 11, 2020
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo