Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Faroe Islands: Í døgunum 23. til 24. september 2021 vera sjálvboðin aftur at síggja kring landið í samband við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið.

Í vár skipaði Visit Faroe Islands fyri einari minni útgávu, kallað “Closed for Maintenance – Føroyar”, har bara føroyingar tóku lut, men nú fara útlendsk sjálvboðin aftur til arbeiðis saman við føroyingum. Tey útlendsku sjálvbodnu eru 50 í tali og í aldrinum 18-67 ár. Fleiri ymiskir tjóðskapir eru umboðaðir, m.a. Týskland, Holland, Spania, Danmark og Svøríki.

Hesi sluppu ígjøgnum nálareygað í 2020, tá ið fleiri enn 4.000 útlendingar teknaðu seg. Átakið bleiv tó útsett, og tey hava tí bíðað í hálvtannað ár eftir at sleppa til Føroya at arbeiða.

Áleið 60 sjálvbodnir føroyingar teknaðu seg til átakið í vár, og eftirmetingin var sera góð.

Eitt nú skrivaði ein luttakari soleiðis:

“Fólkið og samanhaldið var heilt fantastiskt. Ringt at taka okkurt burtur úr rúgvuni, men haldi at heildarupplivingin var ótrúliga góð. Hetta vikuskiftið er ein av bestu ferðunum eg havi verið í mínum lívi. Ja betri enn fleiri uttanlandsferðir!”

Closed for Maintenance varð fyrstu ferð hildið á várið 2019, og úrslitið av arbeiðinum var so gott, at avgerð var tikin um at halda fram við arbeiðsdøgunum, sum ein partur av arbeiðinum at menna Føroyar sum ferðamál.

40 føroysk sjálvboðin sleppa við til Closed for Maintenance í heyst, og freistin at tekna seg er 14. september 2021.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands: https://visitfaroeislands.com/vinna/menning/closed-foroyar/tilmelding/

Viðlíkahald á 9 ymiskum økjum
Heili 10 økir vera við í átakinum í heyst. Fleiri verkætlanir eru framhald av arbeiðinum, ið varð framt í vár og í 2019, men eisini eru nýggj støð, sum til dømis Hestoyggin, við hesaferð. Arbeiðsuppgávurnar vera í høvuðsheitum at gera gøtur og seta vegvísarar upp, so tað verður tryggari og lættari hjá bæði føroyingum og útlendskum ferðafólkum at ferðast í Føroyum. Yvirlit yvir allar verkætlanirnar sæst her: https://visitfaroeislands.com/vinna/menning/closed-foroyar/closed-for-maintenance-verkaetlanir-april-2020/.

Føroyingar kunnu fylgja við arbeiðinum á Facebook síðuni www.facebook.com/ClosedforMaintenanceForoyar 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo